Handlistreytir
Brúkari
Til ber at skráseta seg sum brúkari og skipanin goymir upplýsingarnar til næstu ferð, tygum keypa. So slepst undan at rita upplýsingarnar inn umaftur.
Neyðugt er at upplýsa navn, bústað, teldupost og telefonnummar.
Allir upplýsingar eru loyniligir fyri óviðkomandi.
Um tygum vilja strika brúkaran, skulu tygum einans senda ein teldupost til Handla, og vit strika brúkaran.
Tað ber til at keypa, hóast ein ikki skrásetir seg sum brúkara. Upplýsingar um navn, teldupost, bústað og telefonnummar skulu latast, men verða ikki goymdir.
Gjaldshættir
Fyri stovnar, skúlar og fyritøkur er møguligt at keypa og fáa rokning eftirfylgjandi.
Gjaldsfreistin er 30 dagar eftir bókingardag. Eftir hetta verður 1,5% í rentu og rykkjaragjald kr. 50 roknað fyri hvønn mánað.
Fyri privat er einans møguligt at gjalda við Dankort/VISA-Dankort. Gjaldið verður fyrst tikið av tygara konta, tá ið vøran er send.
Allir kostnaðir er í DKK (donskum krónum) og íroknað Mvg.
Postgjald verður at rinda eykað. Sí kostnaðir fyri útbering.
Gjaldsskipanin hjá NETS er soleiðis háttað, at óviðkomandi ikki hava møguleika at lesa tygara kortupplýsingar ella aðrar viðbreknar upplýsingar, tá ið goldið verður.
Bíleggingarváttan verður send, tá ið keypið er framt.
Útbering
Vørur, ið eru á heimagoymslu
Vøran verður koyrd út eftir 1-2 gerandisdøgum.
Vørur, ið eru á fjargoymslu
Vørur, ið verða keyptar heim frá fjargoymsluni taka 8 til 14 gerandisdagar at koma fram. Ynskjast vørur levaraðar við 8 daga freist, er keypsfreistin mánadag kl. 12:00.
Kostnaður
Kostnaðurin fyri útbering er 49 kr. um alt landið.Verður keypt bæði av heimagoymslu og fjargoymslu, verður útberingin framd, tá ið allar vørur eru á heimagoymslu, um ikki annað er tilskilað. Um ynski er, at vøruútberingin er í tveimum, har vørurnar, sum eru á heimagoymslu, verða bornar út beinanvegin, verður rindað tvær ferðir fyri fraktina, t.v.s. 2 x 49 kr. = 98 kr.
Endurgjaldskrav (reklamation)
Handla fylgir teimum lógum og viðtøkum, sum eru galdandi fyri endurgjaldskrøv í Føroyum, viðvíkjandi fabrikatións- ella tilfarsvillum.
Endurgjaldskrøv kunnu ikki fevna um vørur, sum kundin er farin illa við, ella hava tikið skaða orsakað skeivari handfaring.
Um brek eru á einari vøru, skal keyparin beinanvegin venda sær til Handla og fáa nærri kunning um, hvussu farast skal fram.
Í samband við endurgjaldskrøv, rindar kundin einans fyri upprunaleveringina av vøruni.
Iðranarfreist
Kundin hevur 14 dagar iðranarfreist, roknað frá móttøku av vøruni. Um tygum vilja nýta hendan møguleika, skulu tygum einans senda vøruna aftur til Handla, (sí bústað) og pengarnir verða fluttir aftur á kontu tygara.
Talan kann vera um, at kundin ikki fær fult endurgjald, um manglar eru í vøruni ella brúk ella líknandi hevur ført virðisminking við sær. Tygum rinda sjálvi fyri kostnaðin, ið stendst av at senda vøruna aftur.
Iðranarrætturin krevur, at vøran er í upprunastandi, og tygum skulu senda ein teldupost til kundatænastuna hjá Handla og upplýsa um aftursendingina.
Tygum skulu gera vart við, at iðranarrætturin ynskist brúktur.
Avtala kann gerast við Handla um at lata vøruna inn sjálvi.
Viðmerkingar og klagur
Um skeivt er, má sigast frá innan 8 dagar.
Handla vil fara langt fyri at geva kundanum eina góða uppliving, tá ið handla verður hjá okkum. Vit vilja tí gjarna hava afturmeldingar, um tygum sum kundi er nøgdur ella ónøgdur.
Viðmerkingar og klagur kunnu sendast til handla@handla.fo.