Útbering

Vørur, ið eru á heimagoymslu

Vøran verður koyrd út eftir 1-2 døgum.

Vørur, ið eru á fjargoymslu

Vørur, ið verða keyptar heim frá fjargoymsluni taka 8 til 14 dagar at koma fram. Ynskjast vørur levaraðar við 8 daga freist, er keypsfreistin mánadag kl. 12:00.

Kostnaður

Kostnaðurin fyri útbering er 39 kr. um alt landið.Verður keypt bæði av heimagoymslu og fjargoymslu, verður útberingin framd, tá ið allar vørur eru á heimagoymslu, um ikki annað er tilskilað. Um ynski er, at vøruútberingin er í tveimum, har vørurnar, sum eru á heimagoymslu, verða bornar út beinanvegin, verður rindað tvær ferðir fyri fraktina, t.v.s. 2 x 39 kr. = 78 kr.