Posted on

Klokka prýdd við gongustjørnum úr Silk Clay

Ger eina klokku við íblástri frá sólskipanini. Gongustjørnur úr flamingo klæddar við Silk Clay og stjørnuklistrimerkir eru tølini á klokkuni. Gongustjørnurnar eru festar á bonzaitráð.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Set urverkið saman burtursæð frá vísarunum.
  • 2

    Eitt ílat (40 g) av gulum Silk Clay snúðrast saman við eitt sindur av hvítum, reyðum og appilsingulum Silk Clay. Snúðra og knoða til tú fær rætta úrslitið. Um tú knoðar ov leingi, blíva litirnir blandaðir saman til ein einlittan massa.
  • 3

    Rulla eitt petti av Silk Clay til eina hálvflata kúlu (sólin) og ger eitt hol í miðuna við einum pinni.
  • 4

    Trýst kúluna niður á urverkið, soleiðis at miðjan á urverkinum stingur upp um sólina.
  • 5

    Set restina av urverkinum saman, sum víst verður á pakkanum.
  • 6

    Tær smáu kúlurnar úr flamingo verða klæddar við Silk Clay, ið er blandað á sama hátt sum sólin.
  • 7

    Rulla kúluna millum lógvarnar til hon blívur rund og jøvn.
  • 8

    Á hesari myndini sæst hvørjir litir av Silk Clay eru brúktir til gongustjørnurnar.
  • 9

    Klipp 12 stykkir av bonzaitráði í ymiskum longdum, soleiðis at tú kanst seta gongustjørnur og stjørnur á tráðin við ymiskum avstandi frá sólini.
  • 10

    Set gongustjørnur og stjørnur á annan endan á bonzaitráðinum og set hin endan inn í sólina. Tú kanst brúka lím um tað gerst neyðugt.
  • 11

    Tú kanst pynta nakrar av bonzaitráðunum við eyka stjørnum.

Keyp vørurnar