Posted on

Decoupage til prýðing

Decoupage er ein prýðingarteknikkur til at klæða ymsar lutir við myndaevnum úr pappír ella serviettum. Til hetta skal brúkast decoupagelakk og pensil.

Soleiðis gert tú

  • Stig 1

    Tilfarið, sum ein ætlar at prýða, kann verða grundað við einum liti og sett at torna. Glas skal vaskast áðrenn tað verður grundað.

  • Stig 2

    Skræð ella klipp myndaevnið úr einum pappíri ella servietti.

  • Stig 3

    Brúka ein pensil og smyr decoupagelakk á lutin. Myndaevnið skal smyrjast frá miðjuni og út til allar síður og myndaevnið verður fest til lutin.

  • Stig 4

    Tann klæddi luturin verður eftirviðgjørdur við 2-3 løg av decoupagelakk og settur at turka. Um flatan ynskist glitrandi, so ber til at brúka decoupagelakk við glitri í.

Decoupage og annað

  • Decoupage til glas og postalín

    Áðrenn decoupagelakk verður smurt á, skal luturin vaskast í heitum vatni og turkast væl. Tá ið prýðingin er liðug og decoupagelakk (serliga til glas og postalín) er smurt á, skal luturin turka umleið 2 tímar. Eftir hetta kann lakkið herðast í vanligum ovni á 160 gradum.

  • Decoupage til træ, pappírsdeiggj (papmache) og líknandi

    Tilfarið/luturin verður grundað t.d. við hvítari máling, so myndaevnið sæst klárt. Vel decoupagelakk til blanka ella matta flatu ella decoupagelakk við glitur úr gullið ella silvur. Turkar umleið 1 tíma.

  • Decoupage til klæði og leður

    Brúka decoupagelakk, sum er egnað til klæði. Turkar umleið 1. Tíma. Strúka myndaevnið eftir hetta og tað festist enn meira so tað tolir hondvask.

  • Decoupage við tjykkri pappíri

    Tað ber væl til at brúka tjykkri pappír heldur enn serviettar og líknandi. Til hetta skal ein brúka serligt klistur/lím til papírprýðing. Enda arbeiðið við at lakkera við decoupagelakk so flatan tolir vatn, t.d. ein vátligan klút.

Keyp vørurnar