Posted on

Klokka prýdd við gongustjørnum úr Silk Clay

Ger eina klokku við íblástri frá sólskipanini. Gongustjørnur úr flamingo klæddar við Silk Clay og stjørnuklistrimerkir eru tølini á klokkuni. Gongustjørnurnar eru festar á bonzaitráð.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Set urverkið saman burtursæð frá vísarunum.
  • 2

    Eitt ílat (40 g) av gulum Silk Clay snúðrast saman við eitt sindur av hvítum, reyðum og appilsingulum Silk Clay. Snúðra og knoða til tú fær rætta úrslitið. Um tú knoðar ov leingi, blíva litirnir blandaðir saman til ein einlittan massa.
  • 3

    Rulla eitt petti av Silk Clay til eina hálvflata kúlu (sólin) og ger eitt hol í miðuna við einum pinni.
  • 4

    Trýst kúluna niður á urverkið, soleiðis at miðjan á urverkinum stingur upp um sólina.
  • 5

    Set restina av urverkinum saman, sum víst verður á pakkanum.
  • 6

    Tær smáu kúlurnar úr flamingo verða klæddar við Silk Clay, ið er blandað á sama hátt sum sólin.
  • 7

    Rulla kúluna millum lógvarnar til hon blívur rund og jøvn.
  • 8

    Á hesari myndini sæst hvørjir litir av Silk Clay eru brúktir til gongustjørnurnar.
  • 9

    Klipp 12 stykkir av bonzaitráði í ymiskum longdum, soleiðis at tú kanst seta gongustjørnur og stjørnur á tráðin við ymiskum avstandi frá sólini.
  • 10

    Set gongustjørnur og stjørnur á annan endan á bonzaitráðinum og set hin endan inn í sólina. Tú kanst brúka lím um tað gerst neyðugt.
  • 11

    Tú kanst pynta nakrar av bonzaitráðunum við eyka stjørnum.

Keyp vørurnar

Posted on

Skapilón til páskaklipp


Myndaevnini eru teknað eftir skapilón og síðani klipt. Partarnir eru samlaðir við límstift. Myndaevnini kunnu til dømis brúkast prýði á kortum ella sum pynt at hanga upp.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Her eru fleiri skapilónir til páskaklipp. Væl egnað til bæði stór og smá børn. Til lítlu prikkarnar er lættast at brúka ein holara og restir av kartong.

    At taka prikkarnar upp og líma á skapini, eggjar fínmotorikkin hjá børnunum.

    Børnini kunnu eisini tekna prikkarnar á við tussj.

  • Skapilón

  • Heinta skapilón her.

Keyp vørurnar

Posted on

Páskahøsnarungi og páskahara pyntað við mosgummi og fjaðrum


Påskahøsnarungi og påskahara eru deild plastegg pyntað við mosgummi og rullueygum. Lutirnir verða límaðir á. Myndaformur til oyrir, veingir og nev kann takast niður í pdf-fílu.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Klipp oyrir og sloyfur til eina haru ella nev og veingir til ein høsnarunga úr mosgummi. Lutirnir verða límaðir á eggið.

  • 2

    Set oyruni á páskaharuna við at boyggja niðara kant og líma á eggið.
     

  • 3

    Set eyguni á páskaharuna.

  • 4

    Líma eina pompon aftanvert á páskaharuna ella ein fjøður um tað skal verða ein fuglur.

  • Variantur

  • Skapilón

  • Heinta skapilón her.

Keyp vørurnar

Posted on

Neonlitað 3D egg úr kartong


Eggið úr neonlitaðum kartongi er klipt út í seks løðum eftir skapilón. Síðani eru tey seks eggini løgd saman í eitt og heft loddrætt í miðuni.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Prenta skapilónina. Klipp út og tekna umhvarvið av á kartongið. Seks stykki í alt. Klipp út.

  • 2

    Falda øll seks eggini loddrætt saman á miðuni og legg tey oman á hvørt annað. Heft tey saman við heftiklemmu.

  • 3

    Bind snór í.
     

  • Skapilón

  • Heinta skapilónina her.

Keyp vørurnar

Posted on

Páskaprýði úr kartong


Egg og ymisk djór klipt eftir somu skapilón. Pettini eru líma saman við límstift og hongd upp við snóri.

Soleiðis gert tú

  • 1

    Prenta skapilónina. Klipp partarnar út. Tekna umhvarvið av á kartong úr ymsikum litum – og klipp út.

  • 2

    Brúka límstift til at líma pettini saman. Royn ymiskar variantar og litir til at gera djórini.
     

  • 3

    Ger eitt hol til snórin og heft snórin í holið.
     
     

  • Variantur

    Páskahara

  • Variantur

    Høna við eggi

  • Variantur

    Høsnarungi

  • Variantur

    Høsnarungi í eggi

  • Variantur

  • Skapilón

  • Heinta skapilónina her.

Keyp vørurnar

Posted on

Glas til bikarljós prýtt við vindeygamáling

Printa arkið við strikumyndinum út (sí PDF fílu niðanfyri), og legg arkið undir ein plasiklumma, so strikumyndirnar síggjast ígjøgnum. Tekna á plastiklumman við vindeygamáling eftir strikumyndinum. Tá ið málinging er tornað, verður hon heft á glasið.

Soleiðis gert tú

  • Stig 1

    Legg strikumyndina undir plastiklumman og tekna eftir strikmyndini við svartari vindeygamáling. Lat málingina torna áðrenn næsta stig.

  • Stig 2

    Mála innan í við vindeygamáling í litum.
    Lat tað torna áðrenn næsta stig.
     

  • Stig 3

    Mála innan í við vindeygamáling í litum og lat tað torna áðrenn næsta stig.

  • Skapilón

  • Heinta skapilónina her.

Keyp vørurnar

Posted on

Jólatræ úr kartong

Soleiðis gert tú

  • Stig 1

    Printa skapilónina og klipp hana út.

  • Stig 2

    Legg skapilónina á kartong og strika runt um tær. Klipp út.

  • Stig 3

    Líma stykkini saman eftir stødd – minsta hjarta ovast.

  • Stig 4

    Pynta træðið við rínarsteini.

  • Skapilón

    Heinta skapilón her.

Keyp vørurnar

Posted on

Nissa á papptallerki

Soleiðis gert tú

Keyp vørurnar

Posted on

Decoupage til prýðing

Decoupage er ein prýðingarteknikkur til at klæða ymsar lutir við myndaevnum úr pappír ella serviettum. Til hetta skal brúkast decoupagelakk og pensil.

Soleiðis gert tú

  • Stig 1

    Tilfarið, sum ein ætlar at prýða, kann verða grundað við einum liti og sett at torna. Glas skal vaskast áðrenn tað verður grundað.

  • Stig 2

    Skræð ella klipp myndaevnið úr einum pappíri ella servietti.

  • Stig 3

    Brúka ein pensil og smyr decoupagelakk á lutin. Myndaevnið skal smyrjast frá miðjuni og út til allar síður og myndaevnið verður fest til lutin.

  • Stig 4

    Tann klæddi luturin verður eftirviðgjørdur við 2-3 løg av decoupagelakk og settur at turka. Um flatan ynskist glitrandi, so ber til at brúka decoupagelakk við glitri í.

Decoupage og annað

  • Decoupage til glas og postalín

    Áðrenn decoupagelakk verður smurt á, skal luturin vaskast í heitum vatni og turkast væl. Tá ið prýðingin er liðug og decoupagelakk (serliga til glas og postalín) er smurt á, skal luturin turka umleið 2 tímar. Eftir hetta kann lakkið herðast í vanligum ovni á 160 gradum.

  • Decoupage til træ, pappírsdeiggj (papmache) og líknandi

    Tilfarið/luturin verður grundað t.d. við hvítari máling, so myndaevnið sæst klárt. Vel decoupagelakk til blanka ella matta flatu ella decoupagelakk við glitur úr gullið ella silvur. Turkar umleið 1 tíma.

  • Decoupage til klæði og leður

    Brúka decoupagelakk, sum er egnað til klæði. Turkar umleið 1. Tíma. Strúka myndaevnið eftir hetta og tað festist enn meira so tað tolir hondvask.

  • Decoupage við tjykkri pappíri

    Tað ber væl til at brúka tjykkri pappír heldur enn serviettar og líknandi. Til hetta skal ein brúka serligt klistur/lím til papírprýðing. Enda arbeiðið við at lakkera við decoupagelakk so flatan tolir vatn, t.d. ein vátligan klút.

Keyp vørurnar

Posted on

Silk Clay – aftur og aftur



Sera nógv børn og vaksin halda at Silk Clay er stuttligt at arbeiða við. Tað skúmkenda formingarevni, ið er CE-merkt er framleitt júst til at evna figurar. Umframt figurar kann Silk Clay eisini brúkast at prýða glas og styropor og har til kann ein leggja eyka pynt á.






3 góðar orsøkir til at brúka Silk Clay


  • Er sera lætt at evna til
  • Heftir uttan at klistra og turkar við stovuhita
  • Hvørki dálkar ella smittar av
Umframt nógvar aðrar fyrimunir.

Sí okkara stóra úrval av Silk Clay vørum


Evna til við Silk Clay

Silk Clay kann rullast, formast og setast saman í smærri pettir til figurar, ið einans hugflogið setur mark fyri. Lidnir figurar kunnu m.a. brúkast sum dekorativ á lyklaringum og gløsum ella tað kann setast inn í sundurbýtandi egg, sum kunnu hangast upp sum pynt. Øðrvísi ber eisini til at brúka Silk Clay at klæða stáltráð og figurreip-figurar. Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir.

Prei!

Elta formingarevni væl í hondunum til tað kemur hiti í. Tá fær formingarevni ein enn fínari og javnari flata.

Prei!

Tað er eingin trupulleiki at klæða annað tilfar enn tað vit hava nevnt her. Minst bara til at klæða allan vegin runt, tí tá festir formingarevni í seg sjálvt og ikki einans flatuna á hinum tilfarinum.

Pynta Silk Clay

Figurar av Silk Clay kunnu lætt pyntast við øðrum tilfari. Eitt formað smákykt kann fáa sett rullueygu í og bleytar kampar av chenille. Tilfarið verður lættliga stungið í Silk Clay formingarevni, áðrenn tað verður sett at turka.


Sí okkara stóra úrval av Silk Clay vørum


Brúka Silk Clay og Foam Clay saman

Formingarevnini Silk Clay og Foam Clay eru í familju. Formingarevnini styðja hvønn annan væl, tá ið arbeitt verður við báðum saman. Einasti munur á teimum er tættleikin. Sum navnið bendir á, so er Silk Clay silki-líknandi meðan Foam Clay hevur polystyrkúglur í sær og er formingarevni tí meira grovt og festir betri á øðrum tilfari. Við at brúka evnini saman ber til at gera figurar meira livandi. Tildømis at mynda hár ella slættar tenn á einum figuri.

Brúka amboð til at arbeiða við Silk Clay

Tilber at skapa fína detaljur, um tú brúkar amboð sum hjálp í arbeiðinum við Silk Clay. Formingarevni kann tildømis rullast út á ein plastlumma og klippast til figurar, tá ið evnið er turt.




Blanda Silk Clay til aðrar litir

Við Silk Clay, kann ein lættliga royna síni evnir at blanda litir. Brúka grundlitirnar til at skapa aðrar litir. Silk Clay litirnir kunnu blandast saman og tí er møguleiki at gera síni heilt egnu samansetingar.




Endurnýggja Silk Clay

Um Silk Clay verður goymt í lufttættum ílati, hevur tað sera langa livitíð. So minst til at leggja lokið á eftir nýtslu. Tað goða við Silk Clay er, at um formingarevni alíkavæl er vorðið turt, so kann tað endurnýggjast og fáa sín bleyta konsistens aftur við eitt sindur av vatni. Elt tað saman við vatninum í hondini og tað kann brúkast aftur.

Posted on

Kort prýdd við vatnlitsmáling

Kortini eru prýdd við pappíri til vatnlitsmáling. Kantarnir eru skræddir og pappíri prýtt við vatnlitsmáling og svartari tussj.

Soleiðis gert tú

  • Stig 1

    Lat vatnlitsmáling í ymiskum litum renna saman til eina bakgrund á einum pappíri til vatnlitsmáling. Lat tað turka.

  • Stig 2

    Skræð kantarnar á øllum fýra síðum á pappírinum.
    Ábending! Stýr pappíri við aðru hondini/fingrunum og skræð ímóti tær sjálvum við hinari hondini.

  • Stig 3

    Brúka dupultklistrandi tape og fest pappíri á forsíðuna á kortinum.

  • Stig 4

    Tekna tín egna grafik við einari svartari tussj.

Keyp vørurnar

Posted on

Skálir úr hobbybetong

v14452v14452-6
Vístu skálirnar eru stoyptar úr hobbybetong. Ballónir eru brúktar til gera skapið. Eftir herðing eru tær málaðar innan við metalmálingini, Art Metal.

Soleiðis gert tú

  • v14452-1

    Stig 1

    Brúka eina køksvekt og máta 60g vatn í eina skál.

  • v14452-2

    Stig 2

    Lat 340g av hobbybetong í somu skál, soleiðis at tað tilsamans vigar 400g.

  • v14452-3

    Stig 3

    Blanda vatnið og hobbybetongið væl saman.

  • v14452-4

    Stig 4

    Legg blandingina á ovasta partin á einari ballón. Lat herða uml. eitt samdøgur.

  • v14452-5

    Stig 5

    Slepp luftini úr ballónini og tak hana burtur. Busta støv og annað burtur av skálini.

  • v14452-6

    Stig 6

    Skálin verður málað innan við art Metal máling.

    Lat síðani turka.

Keyp vørurnar